Mentan

Bob Dylan í Royal Arena 30. september

Tað verður ikki loyvt at hava fartelefonir frammi undir konsertini

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2022-07-11 14:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Dylan-fjepparar um okkara leiðir hava nú møguleika at hoyra legenduna, nobelvirðislønarmóttakaran, Bob Dylan, upptraðka í Danmark.

30. september verður hann at hoyra í Royal Arena á Amager, ikki so langt frá Keypmannahavnar flogvølli.

Nú 81 ára gamli Bob Dylan hevur verið eitt stórmenni innan rock- og fólkatónleik heilt síðan hann byrjaði at geva sínar sangir út fyri seksti árum síðani.

Danskir fjølmiðlar skriva í dag, at konsertin á Amager er ein partur av túrinum hjá Dylan, ið hann kallar “Rough & Rowdy Ways World Tour 2021-24”.

“Rough & Rowdy Ways” er heitið á seinastu útgávuni hjá Bob Dylan, ið kom út í juni 2020. 10 løg harav tað eina er næstan 17 minuttir langt.

Umfatandi konsertferðin hjá Bob Dylan byrjaði í november í fjør, tá hann spældi 21 konsertir í USA. Ferðin var uppafturtinin í mars í ár við 28 konsertum, og aftur frá síðst í mai til í farnu viku við 25 konsertum, eisini í USA.

Í september verður konsertvirksemið so tikið uppaftur við konsertum í Skandinavia. 25. september í Oslo Spektrum, 27. september í Avicii Arena í Stockholm, 29. september í Scandinavium í Göteborg og 30. september í Royal Arena á Amager.

Í oktober er Evropa á skránni – fyribils er lýst við konsertum í Paris, Brússel og Amsterdam.

Umframt at spæla løg úr nýggjastu útgávuni (tann 17 minuttir langi “Murder Most Foul” er tó ikki á settlistanum) so framførir Bob Dylan eisini nakrar av klassikarum á konsertunum, eitt nú “Watching the River Flow”, “When I Paint My Pasterpiece”, “I’ll be Your Baby Tonight” og “Gotta Serve Sombody”.

Ongar telefonir

Fyriskiparin av konsertini í Royal Arena hevur boðað frá, at talan er um eina “telefonfría konsert”. Tað vil siga, at tað ikki verður loyvi at hava telefonirnar frammi í konsertsalinum.

Blaðið Gaffa greiðir frá, at tað verður gjørt soleiðis, at tey, ið hava telefon við sær til Royal Arena, fáa eina serliga tasku at leggja telefonina í undir konsertini. Fyri at fáa atgongd til telefonina aftur, skalt tú seta teg í samband við eitt starvsfólk hjá felagnum, ið veitir hesar taskur, fyri at lata taskuna upp.

Fyrireikararnir siga, at tað skapar eina betri uppliving fyri øll, at tað er bannað at hava telefonir frammi undir konsertini.

- Okkara eygu verða latin eitt sindur meira upp, og okkara sansir hvessast, tá vit ikki hava hesa tøkniligu høkjuna, vit hava vant okkum við, siga tey millum annað.

Atgongumerkini til konsertina í Royal Arena kosta millum 790 og 1.240 krónur og verða til keypa á Live Nation og Ticketmaster frá 13. juli klokkan 9 føroyska tíð.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder