placeholder
Innanlands

Boban lokið námsfrøðiligu útbúgvingina

Serbiski flogbóltsvenjarin hevur master í ítróttaundirvísing og undirvísir á Kambsdali

Frá vinstru Eyðstein Simonsen, lærari á Glasi, uttanhýsismetari, Boban Ilic, Turið Petursdóttir og Joan Mohr, námsleiðari á Kambsdali

Frá vinstru Eyðstein Simonsen, lærari á Glasi, uttanhýsismetari, Boban Ilic, Turið Petursdóttir og Joan Mohr, námsleiðari á Kambsdali

2022-03-22 11:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár var Boban Ilic, lærari í ítróttum til endaliga próvtøku í verkliga partinum av námsfrøðiligu útbúgvingini.

Boban, sum hevur master í ítróttaundirvísing, er ættaður úr Serbia, og kom upprunaliga til Føroya sum venjari hjá ÍF Flogbólti, har hann er enn.

Hann hevur undirvíst á Miðnámi á Kambsdali síðan 2013, tá hann eisini tók námsfrøðiliga innleiðsluskeiðið. Skúlaárið 2021-2022 slapp hann umsíðir framat at taka námsfrøðiligu útbúgvingina, sum allir lærarar í føstum starvi skulu taka, og í gjár var so verkligi parturin liðugur. Ástøðiligi parturin endar við eini skrivligari próvtøku á Námsvísindadeildini móti sumri, skrivar heimasíðan kambsdalur.fo.

Innanhýsis vegleiðari í ítróttum hevur verið Turið Petursdóttir. Uttanhýsismetari hevur verið Eyðstein Simonsen. Námsleiðari var Joan Mohr.

[object Object]Boban Ilic í støðuni, sum kanska flest kenna hann, sum venjari hjá ÍF Flogbólti (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder