Innanlands

Boð eftir Lív í gjárkvøldið

Ein smábátur hevði fingið um skrúvuna við Hoyvíkshólm, og varð bjargingarbáturin boðsendur

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-07-10 09:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið vóru boð eftir bjargingarbátinum Rescue Lív.

Tað var klokkan 18.30, at MRCC fekk eina fráboðan um, at ein smábátur hevði fingið um skrúvuna við Hoyvíkshólm, og hevði hann tørv á sleipi.

Lív varð boðsend, og sleipaði hon bátin trygt til kai, skrivar Vørn.

Sleipið tók tveir tímar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder