2019-09-04 10:20
Í gjár varð brúk fyri bæði bjargingarbátinum Lív og Ziska.
Sambært jn.fo, fekk MRCC fyrst eina fráboðan um trý-tíðina seinnapartin um, at ein bátur hevði brúk fyri hjálp úti við Høgnaboða. Boð vórðu send eftir Lív at sleipa bátin til Havnar, og klokkan 17.15 komu tey til Havnar.
Eisini fekk MRCC eina fráboðan um ein bát, sum hevði fingið motortrupulleikar út fyri Mikladali. Boð vórðu send eftir Ziska, sum fór av Havnini klokkan hálvgum fimm, og klokkan átta var hann komin til Klaksvíkar við bátinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald