2019-07-19 19:24
Klokkan fimm í morgun fekk MRCC boð um, at ein bátur var uppsteðgaður og hevði brúk fyri hjálp.
Talan var um útróðrarbátin Sunnva, sum var staddur sunnanfyri Mykines.
Boð vóru síðani send eftir bjargingarbátinum Sverra, sum loysti frá landi klokkan hálvgum seks.
Tá klokkan var uml. hálvgum níggju, var Sverri komin á Miðvág við bátinum, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald