Teir eru tiltiknir, fólkafundirnir kring oyggjarnar, sum birtu lív í tjóðskaparkenslu føroyinga. Við Reynsmúlalág er røðarapallur laðaður úr gróti. Flestu fólkafundirnir í Føroyum vóru í tíðarskeiðinum 1895-1940. Og hesi árini eru 7 fundir skrásettir við Reynsmúlalág.
Nú hevur Visit Tórshavn tikið stig til at gera skelti, ið kunnar um søguna á staðnum. Á plátuni, sum nú er fest beint við bygdagøtuna, sæst eisini tekning eftir William Heinesen. Tekningin er frá fyrsta fólkafundinum hjá listamanninum, og hann var á Reynsmúlalág í 1908. Ta ferðina var Sverri Patursson høvuðsrøðari.
Á fyrstu fólkafundunum var siðvenja, at prestur prædikaði og síðani varð farið at eta og syngja í felag. Innbodnir røðarar vóru við, umframt at øll, sum høvdu eitthvørt at siga, kundu bera orð fram.
Trý ár frammanundan sunnudagin 9. juli 1905 var eisini fólkafundur við Reynamúlalág. Til høvi yrkti Jóannes Patursson nú so vælumtókta sálmin “Boðar tú til allar tjóðir”, sum verður sungin til gamans og álvara – eitt nú tá ið túsundtals føroyingar syngja saman á Vaglinum á ólavsøku.
Reynsmúlalág er sera náttúruvakurt øki, og hugaligt er at ímynda sær fjøld sitandi í brekkuni framman fyri grótlaðaða røðarapallinum, meðan fólk tríva i fosturlandssangir og lurta eftir røðum øllum til uppbyggingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald