Innanlands

Boðaðu frá nógvum royki á miðnámsskúlanum á Kambsdali

Tvey fólk, sum vóru farin á skúlan at baka føstulávintsbollar, vórðu koyrd á Landssjúkrahúsið, har tey vórðu kannað fyri roykeitran

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-02-12 09:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið klokkan 23.21 varð boðað frá nógvum royki á miðnámsskúlanum á Kambsdali.

Fuglafjarðar sløkkilið varð boðsent, og løgreglan fór eisini á staðið. Tað vísti seg, at eldur hevði verið í einum elskápi í kjallaranum, og var tað, sum var orsøkin til nógva roykin.

Tað vóru tvey fólk, sum bakaðu føstulávintsbollar til skúladagin í dag, sum boðaðu frá. Tey vórðu send á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri roykeitran, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder