Filmurin "Roma" er tilnevndur 10 Oscar-virðislønir í ár, og fólkini handan filmin gleða seg til at fara til ársins Oscar-handan í februar.
Tó er ikki vist, at øll sleppa við til hátíðarhaldið. Sjónleikarin Jorge Antonio Guerrero, sum hevur ein týðandi stuðulsleiklut í "Roma", hevur søkt um innfararloyvi tríggjar ferðir, so hann kann sleppa til USA at umboða filmin, men higartil hevur tað verið til fánýtis.
Tríggjar ferðir hava myndugleikarnir noktað honum innfararloyvi.
Jorge Antonio Guerrero hevði enntá fingið bæði Netflix og leikstjóran handan "Roma", Alfonso Cuarón, at skriva eitt bræv til myndugleikarnar, so hann kann prógva, at hann er boðin til Oscar-handanina, men hetta hjálpti honum ikki.
- Eg gav teimum brævið, men tey noktaðu at lesa tað. Aðru ferð eg royndi søgdu tey, at eg kom fyri at arbeiða, men eg greiddi teimum frá, at tað ikki var rætt, tí eg varð boðin við til Oscar-handanina, segði hann sambært TV2.
Netflix váttar fyri The Times at arbeitt verður við at geva Guerrero innfararloyvi, áðrenn Oscar-hátíðarhaldið, sum verður 24. februar 2019.
Jorge Antonio Guerrero er tó jaligur.
- Eg vóni, at vit kunnu finna best møguligu loysnina, og eg haldi fast við, at um so er at eg ikki fái komið við til hátíðarhaldið, fari eg enn at fegnast um hetta. Filmurin er tilnevndur 10 ferðir, tað er ikki nakað, sum hendir hvørt ár, sigur hann fyri meksikanska blaðnum El Universal.
Filmurin "Roma" er m.a. tilnevndur í bólkinum "besti filmur".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald