Evropeiski flogferðslumyndugleikin, Easa, hevur nú bannað allari flúgving við flogfarinum Boeing 737 Max 8, eins og tað, ið datt niður í Afrika sunnudagin.
Flogbannið varð sett í gildi í gjárkvøldið.
Avgerðin kemur sum avleiðing av flogvanlukkuni í Etiopia, tá 157 fólk lótu lív. Hetta var onnur ferðin innan fáar mánaðir, at eitt flogfar av hesum slagnum datt niður. Í oktober í fjør lótu 189 lív, tá eitt flogfar datt niður í Indonesia.
Easa skrivar, at enn er ov tíðliga at staðfesta, hvat var orsøkin til vanlukkuna í Etiopia. Flogbannið skal tí fatast sum eitt trygdartiltak.
Undan avgerðini høvdu fleiri lond og flogfeløg kring allan heim tikið avgerð um at seta flogførini av hesum slagnum.
Tað eru umleið 350 flogfør av hesum slag til í heiminum. Í Evropa eru Norwegian og TUI millum flogfeløgini, sum hava fleiri slík flogfør í teirra flota, ávikavist 15 og 18, skrivar Ritzau.
Bæði flogførini boða frá, at tey hava funnið onnur flogfør at flúgva ætlaðu túrarnar hjá hesum flogførum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald