2019-09-24 08:06
Tvær ferðir innan fimm mánaðir datt eitt Boeing 737 MAX niður, har øll fólkini umborð doyðu. Í november í fjør var tað í Indonesia og í mars í Ethiopia. 346 fólk lótu lív í vanlukkunum, og síðani í mars hava flogfør av slagnum Boeing 737 MAX ikki havt flogloyvi.
Nú er greitt, at Boeing kann og fer at gjalda familjunum 144.500 dollarar hvør - áleið 982.000 krónur í okkara pengum.
Talan er um ein grunn hjá Boeing, ið varð settur á stovn í juli, ið tryggjar teimum avvarandi endurgjald. Tær raktu familjurnar kunnu tó krevja størri endurgjald.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald