Uttanlands

Boeing mist 265 mia. krónur síðan flogvanlukkuna

Virðið á partabrøvunum hjá fyritøkuni er minkað heili 18 prosent hendan mánaðan

Savnsmynd: EPA

Savnsmynd: EPA

2019-03-24 12:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tvær flogvanlukkur innanfyri fimm mánaðar hava fingið dýrar avleiðingar fyri Boeing.

737 Max 8-flogførini hjá teimum sleppa ikki at flúgva í løtuni, og fyritøkan skal nú kannast av amerikansku myndugleikunum. Men vanlukkurnar hava eisini givið fíggjarligar avleiðingar.

Sambært Ekstra Bladet er virðið á partabrøvunum hjá Boeing minkað heili 18 prosent hendan mánaðan, og fyritøkan hevur mist fleiri enn 40 mia. dollarar, sum svarar til uml. 265 mia. í okkara krónum, síðan flogfarið hjá Ethiopian Airlines datt niður, og 157 fólk lótu lív.

Flogvanlukkurnar í Etiopia og Indonesia hava fingið fleiri lond og flogfeløg kring heimin at steðga flúgvingini við Boeing 737 Max 8-flogførum.

Enn er ikki greitt, nær 737 Max 8-flogførini hjá Boeing sleppa at flúgva aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder