2020-01-30 21:49
Bogi Jacobsen er settur sum nýggjur tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu. Bogi er 53 ára gamal og útbúgvin civilverkfrøðingur á DTU, umframt at hann hevur diplomprógv innan byggiharraførleika.
Seinastu sjey árini hevur Bogi Jacobsen verið tekniskur leiðari á Bústøðum, frammanundan var hann í mong ár stjóri á KT-virkinum Munin, sum hann sjálvur stovnaði og bygdi upp. Hann hevur eisini arbeitt í politiskum umhvørvi í umfatandi samstarvi við kommunur og vinnuna.
Freistin at søkja var 21. november 2019 og 13 umsóknir vóru til starvið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald