Bógrampin frá ferjuni Estonia, varð í nátt hivaður upp av havsins botni í Eystrasalti fyri at staðfesta, um hann kundi vera orsøkin til, at ferjan sakk.
Tað skrivar svenska TT tíðindastovan.
852 fólk druknaðu, tá Estonia sakk á leiðini millum Tallin í Estlandi og svenska høvuðsstaðin, Stockholm, í september 1994.
Umframt bógrampan fremst á ferjuni, hava kanningarfólkini eisini bjargað eitt vindeyga og ein part av skrokkinum á ferjuni har tað í 2020 vórðu staðfest hol.
Sambært Jonas Bäckstrand, sum stendur fyri arbeiðinum hjá svensku skaðanevndini, hava tey nú nóg mikið av próvtilfari fyri endaliga at kunna staðfesta, hví Estonia sakk.
Tað eru skaðanevndirnar í Svøríki, Finnlandi og Estlandi, sum eru felags um at fáa hesar lutirnar av vrakinum upp á land.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald