Mentan

"Bohemian Rhapsody" strikaður av listanum hjá Glaad Media Awards

Leikstjórin, Bryan Singer er skuldsettur fyri at hava framt kynsligan ágang móti fleiri ungum monnum

Bryan Singer (Mynd: AFP)

Bryan Singer (Mynd: AFP)

2019-01-27 10:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vælumtókti filmurin um Freddie Mercury, "Bohemian Rhapsody", var tilnevndur í bólkinum "best original film" til ársins GLAAD Media Awards. Men nú er hann strikaður av listanum.

Orsøkin er, at leikstjórin, Bryan Singer, er skuldsettur fyri at hava framt kynsligan ágang móti fleiri ungum monnum. 

Millum annað skal Bryan Singer hava gjørt seg inn á ein 13 ára gamlan drong, tá hann arbeiddi við filminum "Apt Pupil".

Tveir aðrir ungir menn vilja eisini vera við, at teir høvdu kynsligt samband við Bryan Singer, tá teir vóru ávikavíst 15 og 17 ára gamlir, meðan leikstjórin sjálvur var 31 ár.

Sambært Variety noktar Bryan Singer at hava framt kynsligan ágang móti nøkrum.

GLAAD Media Awards, sum heiðrar umboðanina av samkyndum, tvíkyndum og tvørkyndum í miðlunum, verður í ár hildið fyri 30. ferð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder