Í kvøld verður bókin “Lív og lagna á Líðini” løgd fram á røktar- og ellisheiminum í Runavík og frá í morgin er hon at fáa í bókasølunum kring landið
Tey flestu munnu hava hoyrt um tey tólv systkini av Líðini í Rituvík, børnini hjá Elspu og Magnusi Olsen, sum endaðu við at taka heimsmetið sum elsti systkinaflokkur í heiminum. Nú kemur út bók um lív og lagnu teirra, har greitt verður frá umstøðum og livikorum frá barnaárum og uppeftir.
Tað er Hilmar Jan Hansen, ið hevur skrivað bókina, ið hevur fingið heitið “Lív og lagna á Líðini”. Bókin byggir fyrst og fremst á samrøður við systkini, sum í 2012 kundu halda felags túsund ára føðingardag og tvey ár seinni vórðu viðurkend av Guinness Book of World Records.
Tá ið kendi skiparin í Rituvík, Magnus Salomon Olsen, doyði av sjúku tann 13. desember í 1940, bara 50 ára gamal, sat einkjan, Elspa, einsamøll eftir við tólv børnum, tað elsta 20 og tað yngsta tvey ára gamalt. Tað kundi ligið nær at hugsað sær, at hetta gjørdist endin á samlaða húskinum á Líðini í Rituvík, men so varð ikki, tí við góðari hjálp frá fýra teimum elstu børnunum, megnaði Elspa at halda saman upp á húsið.
Bæði børnini sjálv, eftirkomararnir og onnur hava síðan ásannað, at alt hetta bara læt seg gera við einum óvanliga sterkum samanhaldi. Nú verður søgan um tey tólv systkini á Líðini í Rituvík, teirra lív og teirra felags lagnu, fortald í bók, sum forlagið Sprotin gevur út.
“Lív og lagna á Líðini”, sum telur 232 blaðsíður, verður løgd fram í kvøld, hóskvøldið 22. november klokkan 19.30 á røktar- og ellisheiminum í Runavík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald