Túsundatals Airbnb-brúkarar hava bókað sær ein frítíðarbústað í Ukraina. Men teir hava kortini ongar ætlanir um at fara til krígsrakta landið.
Orsøkin til, at tey hava bókað sær Airbnb-bústaðir, er fyri at stuðla ukrainum fíggjarliga.
2. og 3. mars brúktu brúkarar uml. 1,9 milliónir dollarar (13 milliónir krónur) uppá fleiri enn 61.000 Airbnb-bókingar í Ukraina, upplýsir fyritøkan. Meginparturin av bókingunum vóru frá amerikanarum, skrivar CNN.
Hetta átakið byrjaði við einari áheitan á netinum, har fólk heittu á onnur um at bóka sær kømur so stutt áðrenn check-in dagin sum gjørligt fyri at tryggja sær, at vertir fingu peningin skjótt. Vanliga fáa vertir peningin einar 24 tímar eftir check-in.
Fyriskiparar av átakinum heita tó eisini á fólk um at tryggja sær, áðrenn tey fremja eina bóking, at tað eru privatpersónar og ikki fyritøkur, sum leiga út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald