Mentan

Bókadagar í eina heila viku

Skráin er spreidd yvir eina heila viku, so gestirnir hava møguleika at halda frástøðu – Bókadagar verða í Norðurlandahúsinum 16. – 22. november

Norðurlandahúsið verður karmur um Bókadagarnar 16. – 22. november (Savnsmynd)

Norðurlandahúsið verður karmur um Bókadagarnar 16. – 22. november (Savnsmynd)

2020-11-13 14:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í ár vera Bókadagar í Norðurlandahúsinum, men tiltakið í ár verður skipað eitt sindur øðrvísi.

Norðurlandahúsið boðar frá, at skráin í ár er spreidd yvir eina heila viku og ikki bert eitt vikuskifti, so gestirnir hava møguleika at halda frástøðu.

Harumframt verða fleiri av tiltøkunum eisini stroymd, so fólk kunnu fylgja við heimanifrá, um tey ikki hava møguleika fyri at koma í Norðurlandahúsið.

Eisini verður møguligt at keypa nýggju føroysku bøkurnar á heimasíðuni hjá Rit og Rák uttan at gjalda fyri flutning. Rit og Rák og Posta bjóða nevniliga ókeypis útbering alla vikuna.

Á skránni verður samrøða við Katrin Ottarsdóttir og Jóanes Nielsen, yrkingaupplestur við Kalpana Vijayavarathan og videosamrøða við finsku Sofi Oksanen.

Bókadagar verða í Norðurlandahúsinum 16. – 22. november. Øll skráin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder