Prumpiljóð
Ein stuttlig søga um lítlubjørn og stórubjørn, sum ganga í skógini. Djórini í skógini koma av óvart til at prumpa, og lítlabjørn heldur tað vera so flovisligt.
Á hvørjari opnu kanst tú trýsta á ein knøtt og hoyra, hvussu tað ljóðar, tá djórini prumpa. Sam Taplin hevur skrivað, og Matt Durber hevur myndprýtt.
Bókin er til tey umleið 0-3 ára gomlu, hon er ein pappbók við ljóði og 10 síður.
Loftar tú mær?
Nýggja bókin eftir Rakel Helmsdal hevur bæði vakrar myndir og eina vakra søgu. Bókin er ein blíð søga um deyðan, sum er góð hjá børnum og vaksnum at lesa saman.
Søgan lýsir sjónarhornini hjá trimum systkjum, sum hava mist langommu sína. Umframt at skriva søguna hevur Rakel Helmsdal eisini gjørt allar myndirnar í bókini.
Hon hevur gjørt figurarnar, lutirnar og alla pallmyndina á myndunum, og so hevur hon tikið myndir av tí. Bókin er innbundin og 36 síður.
Skrímslið og menniskjuni
Bókin er triðja og seinasta bókin í spennandi røðini eftir Mats Strandberg um Frank, sum viðhvørt er ein vanligur drongur og viðhvørt umskapast til eitt skrímsl.
Sum skrímsl fær Frank endiliga vinir, og teir eru eisini skrímsl. Skrímslini eru í vanda, tí menniskjuni halda, at skrímslini eru vandamikil, hóast tað ikki passar.
Sigrið Jógvansdóttir Hansen týddi. Bókin er til tey umleið 8-10 ára gomlu, innbundin og 166 síður.
Vafluhjørtu
Í hesi bókini eftir Mariu Parr fylgja vit Trilla og Lenu gjøgnum lív og vafludeiggj í eitt heilt ár. Mangan gongur tað vilt fyri seg í lítlu víkini, har tey búgva.
Tey gera rennistrong millum húsini, spæla annan veraldarbardaga og framføra tónleik á gøtuni. Tá er gott, at tey hava sovorðin sum abban og tey at fáa skil á øllum aftur.
Men hvat nú, um okkurt er, sum ongin fær skil á aftur? Ása H. Ellefsen týddi. Bókin er til tey umleið 9-13 ára gomlu, heft og 196 síður.
Norð
Forna norðurlendska gudalæran og gloymdar náttúruverur fáa lív, tá ið 14 ára gamla Norð fer at leita eftir mammuni, sum er horvin, í hesi ungdómsskaldsøguni eftir Camillu Hübbe og Rasmus Meisler.
Á vegnum hittir hon tríggjar lívsklókar lagnugudinnur og íkornadreingin, Ratatosk, sum vísa henni veg niður í undirverðina Nivlheim. Her, djúpt inni í kjarnuni á jørðini, er tann óndi drekin Niðhøggur í ferð við at gnaga lívsins træ, Yggdrasil, sundur.
So við og við fatar Norð, at jørðin er við at ganga undir, og at hon er tann einasta, sum kann bjarga henni.
Rannvá Næs Hoydal týddi. Bókin er heft við klaffum og 193 síður.
Bókadeild Føroya Lærarafelags
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald