Nú er áttanda bókin um Andy og Terry í træhúsinum komin út, og kann hon nú keypast í bókhandlum kring landið, umframt at hon fer til bókaklubbalimir í aldrinum 9-12 ár.
Hesuferð er træhúsið í 104 hæddum. Í træhúsinum er mangt og hvat. Nú kanst tú blaka við køliskápum, gera pengar við pengamaskinuni (sum eisini ger hunang), ganga í teimum óendaligu trappunum, spæla bolla-kríggj, fara í rop-bankan, fløkjast inn í eina stóra fløkju ella vitja stóra skansan, sum er styrktur við eyka sterkum skansa-styrkjara.
Andy Griffiths hevur skrivað, Terry Denton hevur myndprýtt, og Vagnur Streymoy hevur týtt úr enskum. Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum gevur bókina úr.
Áttanda bókin er 352 síður.
Um Træhúsrøðina
Andy og Terry búgva í heimsins størsta træhúsi - og teir byggja 13 nýggjar hæddir fyri hvørja bók. Í træhúsinum eru tey mest ótrúligu og øru tingini. Ein maskina, sum skjýtur skúmgæti í munnin á tær, tá tú ert svangur, flúgvandi kettur, mannaetandi hávar, ein skúli fyri ninjasniglar og mangt, mangt annað. Andy og Terry byggja ikki bara hús, teir skriva og tekna eisini bøkur fyri Harra Stór Nøs. Andy skrivar og Terry Teknar, og søgurnar sleppa øll at lesa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald