Mentan

Bókaforlagið Grønalíð selur goymsluna út

Í 70'unum og 80'unum var Bókaforlagið Grønalíð sera virkið og gav hópatals bøkur út. Tað vóru Marius Johannsen og Óluva og Jóannes Skaale, sum serliga skrivaðu, týddu og góvu út. Ein lítil goymsla hevur verið, men hon verður nú seld út - ella burturbeind

2022-07-08 11:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kendasta bókin er ivaleyst Matur og Matgerð, sum varð uppafturprentað fleiri ferðir, og sum hevur verið útseld í fleiri ár. Men eisini ein rúgva av øðrum bókum vóru útgivnar. Eitt nú Nám Sálomon Kongs, ið Jóannes Skaale týddi og sjálvur las upp í útvarpinum. Tá vóru gøturnar manntómar, tí øll lurtaðu. 

Eisini barnabókin Lyklablomstrið um sjúka kongin Mansolin, ið Robert McBirnie las upp í barnaútvarpinum og gjørdi ein sang til, var sera væl umtókt.

Higartil hevur ein lítil goymsla verið av bókum, men nú verður goymslan tikin av. Tískil er nú seinasti møguleiki at ogna sær bøkurnar bíliga, áðrenn tær verða burturbeindar. 

Bøkur, sum eru til sølu, eru eitt nú Nám Sálomon Kongs, Lesibók um Fuglar, Megnarmenn og megnarkvinnur, Søgur og sagnir úr Kalsoynni, Jólabókin, Klænkibókin, bøkur við tættum og kvæðum og aðrar.

Eisini eru tvinni stuttsøgusøvn - annað við týddum norskum stuttsøgum eftir eitt nú Olav Duun, Bjørnestjerne Bjørnson, Aksel Sandemose o.o - og hitt við ymsum føroyskum og norðurlendskum høvundum. 

Somuleðis eru barnabøkurnar Frida Tummasina fær eina lítlasystur og Lyklablomstrið framvegis eftir á goymslu. 

Á Facebook ber til at lesa meiri undir tiltakinum »Vit selja bókagoymsluna út«, og har ber eisini til at bíleggja bøkur.

Ætlanin er at burturbeina bøkurnar í komandi viku, so fólk, sum kundu hugsað sær onkra av bókunum, mugu gera skjótt av.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder