Bókaframløga fyri stór og smá verður leygardagin 4. mai í Reinsarínum. Framløgan verður á tiltakinum “Ein dagur á grynnuni".
Johannis Danielsen, Ph.D., lívfrøðingur og granskari, greiðir frá ymiskum sløgum av plastruski og ávirkanina, sum hon hevur á umhvørvi og djóralív í sjónum við dømum úr bókini. Framløgan vendir sær bæði til børn og vaksin.
Norski rithøvundurin Kirsti Blom og lívfrøðingurin Geir Wing Gabrielsen hava skrivað bókina. Bókin lýsir plastdálking í sjónum á ein greiðan hátt og við nógvum myndum. Bókin lýsir, hvussu havið, kovin hjá sjófugli, er um at gerast eitt ruskpláss. Tá ið granskarar kanna deyðar havhestar, sum verða skolaðir upp á land, finna teir plast í maganum á teimum. Soleiðis boðar fuglurin frá, at alt ov nógv plastrusk er í sjónum. Bókin lýsir eisini ymisk sløg av plasti, plastoyggjar í havinum og átøk at basa plastdálkingini. Bókin er 60 síður og innbundin. Bókin vendir sær til børn, sum eru 8 ár og eldri.
Guðrun Gaard og Jens Petur Gaard týddu bókina úr norskum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út.
- Bókadeild Føroya Lærarafelags
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald