Ættargransking hevur seinnu árini verið vaksandi millum fólk, og nógv hava funnið gleði í at kanna upprunan hjá familjuni. Tó kann tað vera ein avbjóðing at leita fram upplýsingar, tá upplýsingarnar liggja í ymiskum skjølum og ritum.
Kári Thorsteinsson, ið í mong ár hevur arbeitt við ættargransking og undirvíst á kvøldskúlanum, hevur júst lagt síðstu hond á bókina Fólk deyð, burturgingin og grivin í Vágum og Mykinesi. Hetta er úrslitið av drúgvum arbeiði, har hagtøl og heimildir sum kirkjubøkur, fólkateljingar og deyðsváttanir liggja sum grundarlag.
Kirkjubøkurnar, sum eru týðandi keldur, innihalda tó mangan manglandi ella ósamsvarandi upplýsingar. Til dømis kann deyðsorsøkin í kirkjubókunum ikki altíð samsvara við tað, sum er skrásett í deyðsváttanum. Kári hevur arbeitt við at savna saman hetta tilfar og gjørt tað lættari at leita fram nøvn, árstøl og søguligar smálutir um tey, ið hava búleikast í Vágum og Mykinesi.
Bókin lýsir ikki bert navn og dagfestingar, men veitir eisini innlit í, hvussu týdningarmiklar heimildir sum bygdasøgur, kirkjugarðsbøkur og tilfar frá Ríkisarkivinum hava verið. Harafturat hava fleiri lokalir ættargranskarar veitt góð ráð og hjálp við at eyðmerkja persónar, ið annars høvdu verið torførir at staðfest.
Í samband við at bókin Fólk deyð, burturgingin og grivin í Vágum og Mykinesi er útkomin, skipa Vága kommuna og Sørvágs kommuna fyri eini Bókaframløgu hóskvøldið 9. Januar kl. 19.00 í Marghøllini í Sørvági.
Her fer Kári at greiða frá arbeiðinum handan bókina og geva áhoyrarum møguleika at fáa innlit í eitt arbeiði, ið er bæði stórsligið og nágreiniligt, Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum kemur at siga nøkur orð, umframt at upplestur og sangur eisini verður á skránni. Aftaná framløguna bjóða kommunurnar kaffi og okkurt søtt til góman, og møguligt verður at síggja bókina og at heilsa uppá rithøvundin.
Bókin er ætlað sum eitt amboð til tey, sum ynskja at granska síni egnu ættarbond, og sum eitt týdningarmikið íkast til varðveitslu av søguligum upplýsingum um Vágar og Mykines.
Vága kommuna, Sørvágs kommuna og Sprotin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald