Mentan

Bókaframløga: Í morgin fari eg aftur at spæla við babba

Bókin, sum Helan Kannuberg hevur skrivað, og Lena Nicolajsen hevur myndprýtt, er ein innilig og vónrík søga um at hava foreldur, sum gerast sjúk

2024-04-29 16:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Hóskvøldið 2. mai kl. 19 skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri bókaframløgu á Reinsarínum við nýggju myndabókini Í morgin fari eg aftur at spæla við babba, sum Helena Kannuberg hevur skrivað, og Lena Nicolajsen hevur myndprýtt.

Bókin er ein innilig og vónrík søga um at hava foreldur, sum gerast sjúk.

Solveig Hanusardóttir Olsen fer at práta við Helenu og Lenu um bókina, og Knút Háberg Eysturstein spælir nøkur løg.

Tiltakið er alment og ókeypis.

Um bókina
Hvønn dag fái eg muss, tá ið eg fari út.

Hvønn dag sleppi eg at ringja til mammu og babba. Hvønn dag sakni eg tey.

Pápi Ára er sjúkur og má fara á sjúkrahúsið í Danmark, og mamman fer við honum. Ímeðan kemur omman at vera hjá Ára og lítlusystrini. Tað er leingi at bíða, og omman er fitt, men hon er ikki mamma og babba.

Nær koma tey heim aftur?

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder