Sunnudagin 11. juli verður bókaframløga á Torginum í Skúlanum við Streymin. Bókin, ið verður løgd fram, er "Tey búsettust á Oyrarbakka" eftir Sólgerð Andreassen og Annfinn Danielsen.
Talan er um eina bók um fyrstu fólkini, sum búsettu seg á Oyrarbakka, sum er fíggjað umvegis Hópfígging.
Fólk komu ymsastaðni frá í Føroyum og høvdu sínar siðvenjur og mentan við sær. Orsøkin til, hesa tilflytingina var, at fólk kundu keypa sær eina trøð at velta og so byggja á økinum. Tað var friðarligt, høgligt og vakurt í Sundalagnum. Men lívið hevði tó sínar avbjóðingar, og mong fingu eina harða lagnu. Flestu menn vóru sjómenn, og havið var mangan náðilseyst, og tað vóru tuberklarnir eisini, so fleiri mistu síni kæru. Men lívið mátti livast og einki var ein sjálvfylgja.
Í bókini ber til at lesa um, hvussu fólkið búleikaðist, um sjólívið, heimalívið og hendingar, sum teimum vóru fyri. Eisini kann lesast um vegagerð, fyrstu bilarnar á Oyrarbakka, samferðslu á sjónum, rutubátar og rutubilar, skúlagongd, kirkju o.m.a. Í bókini eru eisini nógvar myndir, og góðar søgur frá eftirkomarum.
Tiltakið verður klokkan 16, skrivar Sunda kommuna. Á skránni verður m.a. røður, og tónleikur. Skráin fyri tiltakið sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald