Mentan

Bókaframløga: Nýggj myndabók eftir Bárð Oskarsson

Nýggja myndabókin hjá Bárði Oskarsson verður løgd fram í Norðulandahúsinum hóskvøldið

2020-10-19 19:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hósdagin 22. oktober kl. 19 verður bókaframløga í Norðurlandahúsinum við nýggju bókini, Hilbert, eftir Bárð Oskarsson.

Síðsta myndabókin hjá Bárði Oskarsson, Træið, fekk Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2018.

Í nýggju bókini hitta vit aftur Hilbert og Bob úr Trænum, og hesa ferð hevur Hilbert ein rættiliga løgnan trupulleika, sum Bob má hjálpa honum við. Hilbert situr fastur í luftini.

[object Object]

Skráin

  • Vælkomin
  • Uni Debess spælir
  • Solveig Hanusardóttir Olsen hevur samrøðu við Bárð Oskarsson um nýggju bókina
  • Framsýning við myndum úr nýggju bókini og útlendskum týðingum av bókum hansara

Tiltakið er eitt samstarv millum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Norðurlandahúsið

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder