Innanlands

Bókaframløga fyri børn á Námi mánadagin

Tað er bókin upplestrarbókin "Froskurin Frýsi", sum danski søgusigarin Anette Wilhjelm Jahn hevur skrivað, ið verður løgd fram

2022-09-08 12:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mánadagin 12. september klokkan 15 skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri spennandi og stuttligari bókaframløgu fyri børn í savninum á Námi við barnabókini

Tað er bókin "Froskurin Frýsi", sum danski søgusigarin Anette Wilhjelm Jahn hevur skrivað, ið verður løgd fram.

Nina Broen hevur myndprýtt, og Jenny Lydersen týddi til føroyskt. Jenny Lydersen fer mánadagin at greiða stutt frá bókini, Anette Wilhjelm Jahn, søgusigari, fortelur eitt av ævintýrunum úr bókini  - á donskum, og so verða kaffi og kaka eisini at fáa.

Um Froskin Frýsa

Froskurin Frýsi er ein sovend upplestrarbók fyri 5-9 ára gomul børn um vinalag, einsemi og froskar.

Tað byrjar sum ein keðiligur dagur hjá Annu, sum er átta ára gomul. Mia og Frida tíma ikki at spæla við hana í skúlanum, og heima í gøtuni sleppur hon heldur ikki upp í part. Til alla lukku hevur hon sítt frálíka spælihús í garðinum, har hon kann fáa frið. Men sum hon stendur og rørir í grýtuni á tí lítla komfýrinum og rættir seg eftir eini skál í vindeygakarminum, fær hon í staðin fatur á einum vamlisligum, kleimutum froski. Hon sleppir honum. Hann dettur tungliga niður á gólvið, har hann situr við øllum sínnum finnum, einum hálsi sum rørist so vamlisliga og tveimum stórum, rullandi eygum, sum gløa at henni.

Hon sleppur bara út, um hon gongur tætt fram við tí skelvandi froskakroppinum. Og hvat hendir, um hann knappliga loypur upp á høvdi á henni? Anna torir ikki at flyta seg. Júst tá gapar tann andstyggiligi froskurin við sínum skeiva, finnuta munni og spyr, um hon hevur hug at lurta eftir einum ævintýri… Og tað verður byrjanin til eitt loyndarfult vinalag.

Bókadeildin gevur bókina út, og hon kemur út á degnum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder