Í fjør kom bókin “The Cod Hunters” ("Toskaveiðumenninir") út í Hetlandi. Rithøvundurin er føroyavinurin John Goodlad, sum hevur havt samband við Føroyar síðani fyrst í 1970-árunum orsakað av mongum vitjanum.
Ein stórur partur av bókini snýr seg um fiskiskapin hjá hetlendingum undir Føroyum, sum í stórum tali fiskaðu á okkara leiðum so tíðliga sum í 1800-talinum. Í Hetlandi var tað gamalt, at ein drongur var ikki rættur maður, um hann ikki hevði roynt undir Føroyum. Ein partur av hesari vinnuni var keyp av bíligum brennivíni í Føroyum, sum varð smuglað til Hetlands, har tollurin var høgur. Eitt minni um hesa tíðina eru gravirnar hjá hetlendskum fiskimonnum í gamla kirkjugarði í Havn.
Hetta er eisini søgan um føroyingar, sum fiskaðu við hetlendskum skipum og um skip, sum vórðu keypt úr Hetlandi til Føroya. Hesin fiskiskapur hevur havt við sær nógv samband millum føroyingar og hetlendingar, eisini á øðrum økjum sum t.d.
fótbólti.
(Umslagið á bókini)
Nú kemur Goodlad til Føroya at leggja bókina fram. Hann kemur við egnum fari, bátinum Swan, við manning sum telur 15 fólk. Swan er ein gamal sildabátur, sum við íblástri frá okkara Johannu og Westvard Ho er settur í upprunaligan stand, og sum verður nýttur til skúlasigling og ferðir sum hesa.
Komandi dagarnar fer John at greiða frá bókini og svara spurningum. Hesar framløgur eru á skránni komandi dagarnar:
- Týsdagin 20. august í Finsen í Tórshavn
- Fríggjadagin, 23. august í Listasavninum á Sandi
- Leygardagin 24. august á Seglloftinum á Tvøroyri.
Allar framløgurnar verða kl. 19,30
Bestimaðurin á Swan, Maggie Adamson, sum er kendur sum besti fiólspælari í Hetlandi, fer at spæla hetlendsk løg, sum er gjørd í sambandi við fiskiskapin undir Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald