Uttanlands

Bókarbind úr menniskjahúð á Harvard burturbeint

Ein bók, skrivað í 1800-talinum, er tikin av hillini á lærda háskúlanum Harvard í USA

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-03-29 17:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Harvard lærdi háskúlin í USA hevur tikið avgerð um at beina burtur innbindingina frá einari bók, sum varð skrivað í 1800-talunum, og sum hevur staðið á hillini síðani 1930.

Orsøkin er heldur óhugnalig. Innbindingin er gjørd av menniskjahúð, skrivar The Guardian.

Lærdi háskúlin hevur vitað um hetta síðani 2014, men ikki fyrr enn nú, 10 ár seinni, er avgerð tikin um at taka tað av hillini. Hetta av etiskum orsøkum, og eftir neyvar kanningar.

Tað var franski alisfrøðingurin Ludovic Bouland, sum sabært The Guardian, tók húðina av einari deyðari kvinnu á einum sjúkrahúsi, hann arbeiddi á. Hetta uttan loyvi.

Harvard fer nú saman við myndugleikunum at arbeiða við at sleppa sær av við húðina á ein virðiligan hátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder