Innanlands

Bókasavnið í Klaksvík verður útbygt

- Endamálið við hesum er, at vit skapa eitt nýtt spennandi innandura umhvørvi, sum serliga er ætlað okkara smæstu borgarum, sigur Annika S. Biskopstø, forkvinna í heilsunevndini. Sjódippara felag verður skjótt sett á stovn í Klaksvík, har umstøðurnar til hetta virksemi skulu betrast

- Í okkara grannalondum eru fleiri bókasøvn, sum hava ótrúliga góðar karmar. Somuleiðis síggja vit eitt rák á hesum økinum í Føroyum. Klaksvíkar bókasavn er onki aftanfyri, hvat tænastu, úrvali og innihaldi viðvíkur. Men tað verður gott, serliga fyri smábarnaforeldur, at fáa meiri pláss og betri umstøður (Mynd: klaksvik.fo)

- Í okkara grannalondum eru fleiri bókasøvn, sum hava ótrúliga góðar karmar. Somuleiðis síggja vit eitt rák á hesum økinum í Føroyum. Klaksvíkar bókasavn er onki aftanfyri, hvat tænastu, úrvali og innihaldi viðvíkur. Men tað verður gott, serliga fyri smábarnaforeldur, at fáa meiri pláss og betri umstøður (Mynd: klaksvik.fo)

2022-01-04 21:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Endamálið við hesum er, at vit skapa eitt nýtt spennandi innandura umhvørvi, sum serliga er ætlað okkara smæstu borgarum. Eg veit, at fleiri foreldur hava eftirspurt eitt stað, har møguleiki er at vera saman sum familja og hittast við øðrum. Hetta verður nú veruleiki.

Soleiðis sigur Annika Steintórsdóttir Biskopstø, forkvinna í heilsunevndini í Klaksvíkar býráðið, við klaksvik.fo um útbyggingina, sum farið verður undir í ár.

- Í okkara grannalondum eru fleiri bókasøvn, sum hava ótrúliga góðar karmar. Somuleiðis síggja vit eitt rák á hesum økinum í Føroyum. Klaksvíkar bókasavn er onki aftanfyri, hvat tænastu, úrvali og innihaldi viðvíkur. Men tað verður gott, serliga fyri smábarnaforeldur, at fáa meiri pláss og betri umstøður. Bókasøvn skulu vera tíðarhóskandi og innbjóðandi. Tað er umráðandi at leggja ein góðan mentanarligan botn, stimbra lesivanarnar hjá børnunum, skapa ró og innlivan og geva einstaklingum íblástur. Samfelagið er eisini okkara børn og dýrabæra tíðin vit fáa saman við teimum.

Annika Steintórsdóttir Biskopstø kemur eisini inn á, at nýggju umstøðurnar, ið eru á veg, geva fleri møguleikar til barnagarðar, ið javnan vitja við børnum teirra - hetta við størri plássið og góðum umstøðum til at verða longri.

Bókasavnið í Klaksvík, sum er beint við Betesda og yvirav Norðoya Sparkassa, før fleiri fermetrar at húsast í, og tað verður gjørt við at sambinda gamla Isenkram og Bókasavnið á "ein vakran og skilagóðan hátt". Tekningar liggja í løtuni á borðinum, skrivar klaksvik.fo


Sjósvimjarar fáa betri umstøður

Eitt annað átak, sum forkvinnan í heilsunevndini gleðist um, er undirtøkan fyri betri umstøðum til sjósvimjarum, sum er ein alsamt vaksandi áhugabólkur.

- Sjódipping sigst at vera heilsugott, tann rørsluligi parturin, løtan úti í fríu nattúruni og góða samanhaldið, sum útifelagsskapurin gevur. Allir aldursbólkar kunnu sjódippa, men tað eru serliga tilkomin og eldri, sum hava hava tikið hetta til sín. Og tað er eisini  gleðiligt. Hetta ítrivið skapar eitt virkið og sunt lív og fremur eisini sálarbót og trivnað. Somuleiðis eru vátdraktir, og tað at leypa á sjógv, vorðið eitt vaksandi rák í millum okkara størri børn og ungdómin. Hesum ynskja vit sum býráð at lofta.

- Í næstum verður eitt sjódippara felag sett á stovn. Í hesum sambandi fara vit at seta eitt neyst uppi í Borðoyavík við møguleikum fyri skiftirúmi, sauna og vesi. Tað skapar enn eina spennandi mentan ella býarrúm, og hetta staðið fer at leggja upp til eitt frískt og virkið felagslív tætt at nattúruni, sigur Annika S. Biskopstø at enda.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder