Fróðskapur hevur givið út bókina “Kenn mær einki um – Kyn, frásagnarviðurskifti og frábrigdi í Sjúrðarkvæðunum” eftir Brynhild Kamban. Henda útgávan tekur støði í MA-ritgerð, skrivað á Føroyamálsdeildini og vard í november í fjør.
Malan Marnersdóttir hevur ritstjórnað bókina. Astri Luihn hevur gjørt permumyndina við heitinum Blá søga í 2008. Bókin, sum er nr. 11 í røðini Setursrit, er 110 blaðsíður.
Sjúrðarkvæðini eru partur av føroysku „populermentanini“ og endurspegla eina føroyska hugmyndafrøði um kyn. Eitt nú vísa persónlýsingarnar ein greiðan mun á kvinnum og monnum: Kvinnurnar eru vakrar, svikafullar, hevnisamar og falskar. Tær eru tølandi, harðhjartaðar og duga gand. Menninir, hinvegin, eru raskir, sterkir og virkisfúsir kappar. Teir duga ikki gand og gera ongantíð órætt.
Kvæðini eru sparin við ítøkiligum upplýsingum, so spurningurin er, um kynjamyndanin, tá ið av tornar, er so einføld og greið. Tí er grund til at viðgera kynjaspurningar í Sjúrðarkvæðunum við atliti at lýsingunum av kvinnum og monnum.
“Kenn mær einki um” greinar Sjúrðarkvæðini við støði í frásagnar- og kynjafrøði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald