2026-10-01 17:40
Tóra Effersøe Mortensen, blaðstjóri á Kvinnu, og Annika Kunoy Im, journalistur á Kvinnu, vórðu í dag heiðraðar við M. A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir.
Tær fáa heiðurin fyri bókina „Tað sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð”, sum snýr seg um hvussu ein gagnnýtir avroðini av seyði, tað tilfeingið sum í stóran mun ikki verður etið longur.
Kvinna gav bókina út í fjør í samstarvi við IRF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald