placeholder
Mentan

Bókmentagongutúrur stytsta dag

Mánadag seinnapart verður skipað fyri bókmentagongutúri í sambandi við jólakalendaran í "Svørtu talvu í Norðragøtu" – Rithøvundarnir, sum luttaka, eru Vónbjørt Vang, Kim Simonsen, Beinir Bergsson og Meinhard Jensen

2020-12-19 18:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin 21. desember klokkan 17 verður bókmentagongutúrur í sambandi við jólakalendaran í "Svørtu talvu í Norðragøtu".

Byrjað verður við "Svørtu talvu" í Tróndargøtu 18, har lisið verður. Síðani gongur leiðin til Býráðshúsið, har lisið verður. So gongur leiðin til "Húsið hjá Karli", har lisið verður og høvi verður í smáum bólkum at síggja framsýning og miðhædd.

Farið verður síðani til seinasta steðgistað, sum er "Blásastova", har tað seinasta verður lisið, áðrenn til ber at fáa okkurt heitt at drekka við góðum jólakøkum úr ymsum londum afturvið í túninum ella í smærri bólkum í "Glyvra-Hanusarhúsi". 

Sum vera man, avger veðrið lutvíst, hvussu bókmentagongutúrurin verður gjøgnumførdur, siga fyrireikararnir.

Rithøvundarnir, sum luttaka, eru Vónbjørt Vang, Kim Simonsen, Beinir Bergsson og Meinhard Jensen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder