Mentan

Bókmentaúrmælingur vitjar Bókadagar

Heimskendi rithøvundurin Jon Fosse, sum fekk Nobelvirðislønina í bómentum í fjør, verður við, tá Norðurlandahúsið bjóðar til Bókadagar 16. - 17. november

2024-09-02 10:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bókadagar 2024 hava sum vant altíð nógv at bjóða øllum, ið elska bókmentir - tiltøk við bæði føroyskum og við norðurlendskum rithøvundum. Á skrá verður m.a. rithøvundasamrøður, verkstovur, kjak og nógv annað. Fyrsta navnið, sum Norðurlandahúsið kunnger, er norski rithøvundurin, dramatikarin og bókmentaligúrmælingurin, Jon Fosse.

Fosse er kendur fyri m.a. Morgen og aften (sum er týdd til føroyskt í 2013), Hvidhed og skaldsøgutríverkið Andvake. Hann hevur skrivað bæði skaldsøgur, leikir og yrkingasøvn.

Sum rithøvundur er hann heimskendur og hevur vunnið fleiri heiðurslønir, t.d. Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2015 og ikki minst Nobelvirðislønina í bókmentum í 2023.

Skráin fyri Bókadagar verður kunngjørd fyrst í oktober. Sum vant eru Bókadagar eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, rithøvundar, forløg, bókahandlar og onnur í bókmentaheiminum. Nógv verður á skrá til bæði vaksin og børn. Tiltøkini eru ókeypis við tilmelding til onkur tiltøk.

Fosse fyri tornom
Sum upphiting til Bókadagar og Jon Fosse, bjóðar Norðurlandahúsið til skemtisýningina Fosse for dumskallar (Fosse fyri tornom) longu í oktober.

[object Object]

Í sýningini, sum norski NRK-journalisturin, Linda Eide, framførir, eru frásøgur, anekdotur og undirhaldandi greiningar av Jon Fosse. Við skemtiligum lýsingum gevur hon eina mynd av Jon Fosse, sum bæði fangar og undirheldur tey, ið vita, hvør Fosse er, og tey, ið eru áhugað at vita, hvør hann er.

Sýningin verður 21. oktober, kl. 18. Atgongumerkjasølan er byrjað á nlh.fo.

Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder