Mentan

Bøkurnar blakaðar á gólv: Kløkk av viðferðini

Á sosialum miðlum eru fleiri firtin um at bøkur vórðu blakaðar á gólv. Var tað rætt av vertinum?

(Skíggjamynd: KVF)

(Skíggjamynd: KVF)

2019-02-26 23:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Undir yvirskriftini “Vrakaðar bókmentir” fór Georg L. Petersen, vertur í kjakinum eftir Dag & viku í kvøld, ígjøgnum nakrar av bókmentunum, sum eru givnar út, men ikki innstillaðar til Norðurlendsku bókmentavirðislønina.

So hvørt blakaði hann bøkur á gólv, og síðani allan bunkan av bókum. Eitt sindur øðrvísi, og ikki júst nakað vit vanliga síggja í Degi & viku. Og hetta hevur elvt til kjak á Facebook.

[object Object](Skíggjamynd: KVF)

Millum annað skrivar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, soleiðis:

- Nú eri eg uppvaksin við, at bøkur eru nærmast at meta sum nakað heilagt. Eg bleiv heilt kløkk av viðferðini bøkurnar fingu í Kringvarpinum í kvøld. Sigi bara, at hevði abbin livað. Hann legði í okkum virðingina fyri bókum.

Fleiri viðmerkingar eru til støðudagføringina hjá landsstýriskvinnuni, og meiningarnar eru ymiskar.

- Ja, hatta var óvirðiligt og tænti ikki nøkrum, sigur ein.

- Óseriøst og tápuligt, sigur ein annar.

- Lítil virðing, men kanska ikki so illa meint av vertinum, sigur ein.

- Hatta var fínasta slag, ongin bók tók skaða, men vit hugdu og lurtaðu, øll somul, sigur ein.

Sí annars hendingina og sjálvt kjakið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder