Mentan

Bøkurnar í bókanna bók

Bókin kann viðmælast øllum, sum hava áhuga í at læra meir um Bíbliuna

2018-11-21 11:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Forlagið “Leirkerið” hevur júst givið út bókina „Bøkurnar í bókanna bók“. 

Bókin er sett saman av yvirlitum, sum geva innlit í hvørja einastu bók í bíbliuni. Hesi yvirlit eru send við bønarbrøvum ígjøgnum Akurin heim til samkomur í Føroyum. Tað fyrsta yvirlitið varð sent í 1991 og tað seinsta tjúgu ár seinni, í 2011.

Jógvan Júst Rasmussen fór í 1976 á bíbliuskúla í Jackson, Michigan í USA, og varð hetta byrjanin til fulltíðartænastu hansara fyri Harran sum trúboðari hjá NTM, har hann frá 1986 hevur virkað á Filipsoyggjunum. Hann virkar í dag serliga innan bíbliuumseting. Jógvan Júst er giftur Cathy úr USA.

Bókin kann viðmælast øllum, sum hava áhuga í at læra meir um Bíbliuna – bæði teimum, sum hava lisið Bíbliuna nógv, og teimum, sum just eru byrjað at lesa.

Bókin kann fást til keyps í bókabúðunum kring landið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder