Fríggjadagin var liðugt at telja atkvøðurnar frá forsetavalinum 18. oktober, og úrslitið er greitt – sosialistarnir hava fingið valdið aftur.
Seinasta árið hevur tann høgravendi andstøðupolitikarin, Jeanine Áñez, verið virkandi forseti, eftir at fyrrverandi forsetin, Evo Morales, mátti leggja frá sær og fara í útlegd í Argentina eftir at hava verið ákærdur fyri valsvik í sambandi við forsetavalið í 2019, sum hann segði seg hava vunnið.
Vinnarin av valinum í ár gjørdist Luis Arce, sum, eins og Evo Morales, umboðar sosialistiska MAS flokkin.
Sambært Ritzau fekk Luis Arce 55 prosent av atkvøðunum, meðan mótstøðumaður hansara, Carlos Mesa, bert fekk 29 prosent av atkvøðunum.
Fyrr í vikuni var longu greitt, at Luis Arce hevði vunnið valið, men ikki fyrrenn nú er tað endaliga váttað.
Fyrrverandi forsetin, Evo Morales, hevði boðað frá ætlanum um at koma aftur til Bolivia, tá flokkur hansara hevði vunnið. Luis Arce ger tó greitt, at Evo Morales ikki verður partur av stjórn hansara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald