Uttanlands

Bolivia útsetir val í seks vikur

Forsetin í landinum og nærum ein triðingur av stjórnini hava fingið staðfest Covid-19.

Forsetin í Bolivia Jeanine Añez og nærum ein triðingur av hennara stjórn, hava fingið staðfest Covid-19.(Mynd:EPA)

Forsetin í Bolivia Jeanine Añez og nærum ein triðingur av hennara stjórn, hava fingið staðfest Covid-19.(Mynd:EPA)

2020-07-24 10:06 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Bolivia hevur útsett valið til tjóðartingið í landinum til 18. oktober. Orsøkin til tess er, at tekin eru ikki um, at spjaðingin av koronusmittuni vil minka innan 6. september, tá valið eftir ætlan skuldi vera, tað skrivar TV2.

Forsetin í Bolivia Jeanine Añez og nærum ein triðingur av hennara stjórn, hava fingið staðfest Covid-19, meðan heilsuskipanin í landinum er undir einum stórum trýsti, orsaka av teimum mongu andlátinum.

Bolivia, ið hevur 11 milliónir íbúgvar, hevur skrásett í 64.135 smittutilburðir, meðan 2.328 hava latið lív við smittuni.

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder