Lítið hevur verið at hoyrt frá fráfarandi brasilski forsetanum, Jair Bolsonaro, síðan mótstøðumaður hansara, Luiz Inacio Lula da Silva vann forsetavalið síðst í oktober mánað, men fríggjadagin úttalaði hann seg fyri fyrstu ferð um ósigurin.
Lula vann seinna umfarið av forsetavalinum við 50,9 prosent av atkvøðunum, meðan Bolsonaro fekk 49,1 prosent, og tekur Lula sostatt yvir forsetaembætið 1. januar.
Bolsonaro sigur, sambært Ritzau, at hann hevur ilt í sálini.
"Eg havi tagt í 40 dagar. Eg havi ilt, eg havi ilt í sálini. Eg havi altíð verið ein glaður persónur millum tykkum, og havi eg enntá sett lív mítt í vanda millum fólkið, sigur hann.
Eftir valið hevur Bolsonaro sátt iva um valúrslitið, og túsundatals av viðhaldsfólkum hansara fóru eisini út á gøtuna at mótmæla valúrslitið og kravdu tey, at herurin skuldu forða Lula í at yvirtaka valdið.
Ovasti valmyndugleikin í Brasil vísti í november aftur eina kæru frá flokkinum hjá Bolsonaro um valúrslitið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald