Uttanlands

Bolsonaro fingið nýggjan flokk

Hann hevur verið uttanflokkamaður síðan 2019, men fyri at kunna stilla upp til forsetavalið næsta ár, noyðist hann at vera limur í einum flokki, og hann hevur valt konservativa liberalflokkin (PL)

66 ára gamli Jair Bolsonaro hevur verið forseti í Brasil síðaan januar 2019 (Mynd: EPA)

66 ára gamli Jair Bolsonaro hevur verið forseti í Brasil síðaan januar 2019 (Mynd: EPA)

2021-11-11 17:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro er farin uppí konservativa liberalflokkin (PL).

Orsøkin til hetta er, at hann hevur verið uttanflokkamaður síðan 2019, og fyri at kunna stilla upp til forsetavalið næsta ár, noyðist hann at vera limur í einum flokki.

66 ára gamli Jair Bolsonaro hevur verið forseti síðan januar 2019, men longu sama árið fór hann úr flokkinum orsakað av ósemju um valstríðsískoyti.

Næsta forsetavalið er í oktober 2022, og í Brasil sleppa uttanflokkapolitikarar ikki at stilla upp til forsetavalið.

Sambært Ritzau royndi Bolsonaro at savna inn eina hálva millión undirskriftir fyri at stovna sín egna flokk, men hetta eydnaðist ikki, og tí fer hann nú uppí liberalflokkin. Væntandi fer hann formliga at innlima seg í flokkin á almennum hátíðarhaldi 22. november.

Hetta er tó langt frá fyrstu ferð, at Bolsonaro skiftir flokk. Bolsonaro fór uppí politik í 1988, og tey gótt 30 árini, hann hevur verið í politikki, hevur hann verið limur í átta ymiskum flokkum.

Seinastu tíðina hevur Bolsonaro mist nógva undirtøku, og stendur hann sambært veljarakanningum til at fáa 22 prosent av atkvøðunum, og liggur hann sostatt langt aftanfyri vinstravenda Luiz Inacio Lula da Silva, ið er fyrrverandi forseti. Tað er m.a. handfaringin av koronafarsóttini, sum er orsøkin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder