Uttanlands

Bolsonaro gleið í baðirúminum

Brasilski forsetin fekk ongan skaða, hóast høvdið tók fyrst

Jair Bolsonaro (Savnsmynd: EPA)

Jair Bolsonaro (Savnsmynd: EPA)

2019-12-24 14:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, varð í gjár innlagdur á sjúkrahús eftir at hann var dottin í heimi sínum í høvuðsstaðnum, Basilia.

Lokalir miðlar skriva, at høvdið tók í, tá Bolsonaro gleið í baðirúmi sínum á forsetaborgini Palácio da Alvorada.

Hann varð síðan fluttur á eitt hernaðarsjúkrahús, har hann varð CT-skannaður. Skanningin vísti eingi ”tekin um broytingar”, verður sagt í eini fráboðan frá forsetaskrivstovuni.

Forsetin skuldi vera undir eftirliti á sjúkrahúsinum í millum seks og tólv tímar, upplýsti forsetaskrivstovan eisini.

Augusto Heleno, trygdarmálaráðharri, vitjaði forsetan stutt eftir at hann varð innlagdur, og kundi upplýsa sjónvarpsstøðini Globo, at Bolsonaro ”hevur tað fínt”.

Høgravendi Jair Bolsonaro tók við sum forseti í Brasil 1. januar 2019. Í fjør varð hann álvarsliga særdur í einum kníválopi undir valstríðnum.

Síðan hevur hann havt ávísar heilsutrupulleikar, og hann hevur verið lagdur undir skurð fleiri ferðir fyri at viðgera sárini, hann fekk í álopinum í fjør.

Fyrr í desember mánaði upplýsti Bolsonaro eisini, at hann hevur verið kannaður fyri húðkrabba, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder