Okkurt bendir á, at tað er eydnast Paul Watson og umhvørvisfelagsskapi hansara at fáa sjálvan Jair Bolsonaro, forseta Brasils, við í stríðið móti føroyskum grindadrápi.
Men Bolsonaro tykist hava trupulleika við at fáa landafrøðina upp á pláss, tí hann hartar Noreg fyri føroyska grindadrápið.
NRK skrivar í dag um myndirnar, sum Bolsonaro hevur lagt út á Twitter. Talan er um blóðugar livandi myndir í vánaligari upplýsn frá eini grind í Sandavági og stillmyndir frá eini grind í Havn við búmerkinum hjá Sea Shepherd í horninum.
Sambært NRK er forsetin í Brasil farin at fýlast at Noregi, tí Noreg heldur aftur pengar til Brasil orsaka av oyðingini av frumskógarøkjum, serliga í Amazon-økinum.
Tá tíðindini bórust í farnu viku svaraði Bolsonaro aftur við at siga:
- Noreg, er tað ikki landið, ið drepur hvalir uppi á Norðpólinum? Og, sum rekur oljuvinnu har? Tey hava einki at læra okkum.
Seinni kom so filmsbrotið við grindadrápinum á Twitter.
- Em torno de 40% do Fundo Amazônico vai para as... ONGs, refúgio de muitos ambientalistas. Veja a matança das baleias patrocinada pela Noruega. pic.twitter.com/46hpQnHSJA
— Jair M. Bolsonaro (@jairbolsonaro) August 19, 2019
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald