Sitandi forsetin í Brasil, Jair Bolsonaro, hevur enn ikki viðurkent ósigurin móti Lula da Silva á forsetavalinum í gjár.
- Í øllum øðrum londum vildi forsetin, sum hevur tapt, ringt og viðurkend tað. Men hann hevur ikki ringt enn, og eg veit ikki, um hann hevur viðurkent ósigurin, sigur Lula um Bolsonaro.
- Hetta landið hevur tørv á friði og semju. Avbjóðingarnar eru ovurstórar, sigur Lula og vísir til hungurskreppu, búskaparligar trupulleikar, politiska spjaðing og felling av trøunum í Amazonas.
Í Brasil brúka tey elektroniskar valskipanir, og tøgnin frá Bolsonaro vekir stúran fyri, at hann ikki fer at viðurkenna ósigurin. Bolsonaro hevur fyrr sagt, at valskipanirnar ikki eru álítandi, skrivar dr.dk.
Les eisini: Lula vann á Bolsonaro
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald