Uttanlands

Bolsonaro hóttir við at taka Brasil úr WHO

Brasil hevur nú skrásett fleiri enn 600.000 smittutilburðir og 35.000 andlát í sambandi við koronasmittuni

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-06-06 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, hótti í gjár við at taka Brasil úr Heimsheilsustovninum WHO, eftir at stovnurin ávaraði ímóti at linka koronatiltøk ov tíðliga.

– Um WHO heldur fram sum ein partapolitiskur felagsskapur, fer Brasil at umhugsa at fara úr ST-stovninum, sigur hann sambært Ritzau.

Tað var í mai, at amerikanski forsetin, Donald Trump, boðaði frá, at hann fór at slíta sambandið við WHO. Her var orsøkin tann, at Heimsheilsustovnurin lat seg stýra av Kina, har koronasmittan breyt út um ársskiftið.

Les eisini: Trump tekur USA úr WHO

Hósdagin skrásetti Brasil 1.437 nýggj andlát í sambandi við koronasmittuni, sum er tað hægsta, landið hevur havt higartil.

Í gjár var talið á nýggjum andlátum 1.005, og talið á nýggjum smittutilburðum hægri enn 30.000. Sostatt er samlaða talið á smittaðum í Brasil farið uppum 600.000, og samlaða talið á andlátum farið uppum 35.000.

Brasilski forsetin hevur verið í opnum stríði við guvernørarnar í brasilsku statunum um koronatiltøkini. Bolsonaro er ímóti strongu tiltøkunum, tí tey hava neiliga ávirkan á búskapin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder