Jair Bolsonaro, fyrrverandi forseti í Brasil er blivin innlagdur.
Tað var mánadagin, at Bolsonaro, sum fór úr Brasil og til Florida stutt áðrenn ársskiftið, varð innlagdur á sjúkrahúsi í amerikanska statinum.
Bolsonaro sigur, sambært CNN, at viðgerðin hann fær, er fyri pínu í einum gomlum knívsári, sum hann fekk, tá hann í 2018 varð stungin á einum politiskum valfundi.
Sunnudagin trokaðu stuðulsfólk hjá Bolsonaro seg inn í kongressina, forsetaborgina og hægstarættin í brasilska høvuðsstaðnum. Stuðulsfólkini góðtaka ikki úrslitið av forsetavalinum í heyst, har Luiz Inácio Lula da Silva vann meirilutan av atkvøðunum. Bolsonaro hevur fordømt álopið, og vísir hann aftur, at hann skal hava eggjað til harðskap.
Tað er ógreitt, nær Bolsonaro ætlar sær aftur til Brasil, men fleiri amerikanskir politikarar hava boðað frá, at teir vilja hava hann av landinum í kjalarvørrinum á tí, sum hendi í Brasil sunnudagin. Tað er tó ikki greitt, um hann kann verða vístur av landinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald