Uttanlands

Bolsonaro: Leonardo DiCaprio hevur goldið fyri skógareldarnar

Brasilski forsetin ákærir hann fyri at hava latið pengar til ein felagsskap, sum hevur sett eld á Amazonregskógin

Skógareldur í Amazonas (Mynd: EPA)

Skógareldur í Amazonas (Mynd: EPA)

2019-11-30 15:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro hevur ákært sjónleikaran og umhvørvisverndarmannin, Leonardo DiCaprio fyri at hava goldið fyri skógareldarnar í Amazonas.

Tað var í gjár, fríggjadagin, at Bolsonaro, uttan prógv ákærdi DiCaprio, og hósdagin ákærdi hann eisini DiCaprio fyri at vera partur av einum altjóða átaki móti Brasil.

Tað vakti eisini ans, tá fýra sjálvboðin sløkkiliðsfólk vórðu handtikin fyrradagin. Lokala løgreglan vildi vera við, at teir settu eld á skógin fyri at styrkja vælgerðararbeiðið hjá einum altjóða ikki-statsligum felagsskapi.

Sambært The Guardian hevði løgreglan heldur einki prógv um hetta.

Handtøkan skapti øsing, og vórðu sløkkiliðsfólkini eisini leyslatin aftur sama dag.

Á Twitter hevur sonur Bolsonarao, Eduardo Bolsonaro, eisini ákært Leonardo DiCaprio fyri at hava latið 300.000 dollarar (gott tvær mió. í okkara krónum) "til tann felagsskapin, sum setti eld á Amazonregskógin".

Tað var í august, at eldurin kyknaði í Amazonas, og tá lovaði Leonardo DiCaprio at lata 5 mió. dollarar (gott 34 mió. krónur) til hjálpararbeiðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder