Fyrrverandi brasilski forsetin, Jair Bolsonaro er útihýstur frá politikki fram til 2030. Tað avgjørdi meirilutin hjá brasilska valdólstólinum fríggjadagin.
Fimm av sjey dómarum hildu, at Bolsonaro hevur misnýtt vald sítt í sambandi við forsetavalið í fjør, har hann tapti móti núverandi forsetanum, Luiz Inácio Lula da Silva, og sostatt sleppur 68 ára gamli Bolsonaro ikki at røkja alment embæti næstu sjey árini.
Rættarmálið móti Bolsonaro byrjaði hósdagin í síðstu viku. Bolsonaro var ákærdur fyri at hava misnýtt vald sítt í fjør, tá hann á fundi við fleiri sendifólkum greiddi frá, at hann ikki hevði álit á talgildu valskipanina í Brasil, og legði hann fram eina røð av óskjalprógvaðum uppáhaldum um, hví so var, skrivar Ritzau.
Bolsonaro kann kæra avgerðina til hægstarættin, og tað er júst tað, sum hann ætlar sær at gera. Fyrrverandi forsetin vísir aftur, at hann hevur gjørt nakað skeivt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald