Uttanlands

Bolsonaro ynskir at broyta valskipanina í Brasil

Í gjár fóru stuðulsfólk hjá brasilska forsetanum á gøturnar at krevja broytingar í talgildu valskipanini – Talgilda skipanin er ikki álítandi, sigur Bolsonaro, sum ynskir at fara yvir til pappírsatkvøðuseðlar

– Fólk, sum siga, at talgildar valskipanir eru meira tryggar, lúgva, sigur Bolsonaro (Mynd: EPA)

– Fólk, sum siga, at talgildar valskipanir eru meira tryggar, lúgva, sigur Bolsonaro (Mynd: EPA)

2021-08-02 17:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stuðulsfólk hjá brasilska forsetanum, Jair Bolsonaro fóru í gjár út á gøtuna í fleiri brasilskum býum fyri at krevja broytingar í talgildu valskipanina í landinum.

Jair Bolsonaro hevur sagt, at núverandi skipanin ikki er álítandi, og er ynski hansara at fara yvir til pappírsatkvøðuseðlar, tá forsetaval verður komandi ár.

– Fólk, sum siga, at talgildar valskipanir eru meira tryggar, lúgva, sigur Bolsonaro.

Hann vil vera við, at talgildar atkvøður hava elvt til valsvik, tó kemur hann ikki við nøkrum dømi um hetta.

Ovasti valmyndugleikin og limir í brasilska hægstarættinum siga tó, at har ikki hevur verið svik í sambandi við talgildu valskipanini. Mótstøðufólk hjá Bolsonaro halda, at forsetin eins og fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, roynir at sáa iva um valskipanina, so hann seinni kann nokta at góðtaka eitt tap á valinum í 2022.

Undir koronafarsóttini hevur Bolsonaro nevniliga mist undirtøku, og meiningakanningar vísa nú, at Bolsonaro klárar seg líka væl sum fyrrverandi forsetin, Luiz Inacio Lula da Silva. Eingin av teimum hevur tó alment boðað frá, at teir stilla upp til valið komandi ár, skrivar Ritzau.

Stuðulsfólk hjá Bolsonaro skipaðu fyri mótmælistiltøkum í São Paulo og Rio de Janeiro.

Í vikuni fer ein nevnd í brasilsku kongressini at atkvøða um eitt lógaruppskot um at fara yvir til pappírsatkvøðuseðlar, men tað verður væntandi ikki samtykt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder