Innanlands

Bommvirkið verður tikið niður

Í næstum byrjar arbeiðið við at taka gamla bommvirkið hjá Frants Restorff’s niður. Nýggjur bygningur verður bygdur á staðnum

(Mynd: HVT)

(Mynd: HVT)

2025-04-06 18:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í næstum byrjar arbeiðið við at taka gamla bommvirkið hjá Frants Restorff’s niður.

Tað eru húsini, har barrin Taboo verið seinastu árini.

Húsini eru í ringum standi, og fleiri tilbyggingar, ið ikki fylgja byggireglugerðini, gera somuleiðis húsini ólóglig. Hetta taka vit hond um nú, sigur Regin Petersen, stjóri í HVT, í tíðindaskrivi.

- Húsini eru ólóglig, sum tey standa í dag, og tað liggja fleiri mál hjá kommununi um hetta, tí byggireglugerðin og byggisamtyktin fyri økið ikki verða fylgdar. Uppíbyggingarnar økja munandi um vandan fyri brandsmittu, skuldi eldur komið í, sigur Regin Petersen.

[object Object](Mynd: HVT)

Hann vísir á, at tað altíð er eigarin av húsunum, sum hevur ábyrgdina av at halda byggisamtyktina og tryggja, at húsini eru í lógligum standi - og tann ábyrgdin liggur nú á HVT.

Hartil eru húsini í sera vánaligum standi. Tað loysir seg ikki at pjøssa uppá tey, og tí er einasta loysnin at taka tey niður og byggja nýggj hús á mattrikulin. Eini hús, sum fylgja øllum byggiloyvum og -samtyktum.

- HVT hevur fingið loyvi frá kommununi at ríva verandi hús niður, og ætlanin er at gera eini hús, ið skal hava kontór og íbúðir í erva - og kundavent virksemi á veghædd. Nú eru klárt at fara undir arbeiðið, sum fer at økja um lívið og trivnaðin í miðbýnum, sigur stjórin í HVT.

[object Object](Mynd: HVT)

Leigumálið sagt upp
Arbeiðið við at taka niður verandi bygning kann sjálvandi ikki gerast, meðan leigumál er í húsinum. Tá ið HVT keypti bygningin í 2022, bleiv leigarin kunnaður um ætlanirnar, sigur felagið.

- Í desember 2024 fekk leigarin so boð um, at arbeiðið nú fór at byrja. Hann fekk tríggjar mánaðir uppsøgn og skuldi vera úti í apríl, so HVT kundi fara undir arbeiðið. Apríl er nú komin, og vit fara undir at taka húsini niður, sigur Regin Petersen.

Í leigusáttmálanum stendur, at leigarin kundi nýta húsini til matstað, barr, dans og annað í hesum sambandi – og at húsini ikki kundu nýtast til annað endamál uttan skrivligt loyvi frá eigaranum.

Men staðfest er, at leigusáttmálin er brotin, tí prógv eru fyri, at húsini ikki einans eru nýtt til tað virksemið, sum er tilskilað í leigusáttmálanum. Tí kann HVT siga sáttmálan upp.

- Vit gleða okkum at fara undir arbeiðið, sum vónandi verður til gleði og gagns fyri miðbýin, sigur Regin Petersen at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder