Innanlands

Bøn fyri Keypmannahavn í Vesturkirkjuni í kvøld

Frá klokkan 17 og til á midnátt verður Vesturkirkjan opin. Høvi verður at tendra ljós, biðja eina børn, at sita í kvirru og at práta við prest

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-07-04 12:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í sambandi við sorgarleikin í handilsmiðstøðini Fields í gjár, verður Vesturkirkjan opin frá klokkan 17 til á midnátt í kvøld.

Hesum boða prestarnir í Vesturkirkjuni frá.

Høvi verður at koma í kirkjuna fyri at tendra ljós, biðja eina bøn, at sita í kvirru og at práta við prest.

Klokkan 19.30 verður ein andakt hildin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder