
Í annaðkvøld, týskvøldið 1. mars, klokkan 19.30, skipar Vesturkirkjan fyri gudstænastu fyri teimum neyðstøddu í Ukraina.
– Vit biðja fyri friði og framtíð fyri tað ukrainska fólkið og øllum teimum, sum eru rakt av krígnum, skrivar prestarir í tíðindaskrivi.
Heri J. Joensen, Bergur D. Joensen og Derhard Jógvansson taka lut í gudstænastuni, og Jens Marni Hansen framførir við sangi og spæli.
Høvi verður at fáa eina samrøðu, og drekka verður aftaná.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald